
Heitt pasta og skinkufat
Til 8 fólk
1 pk. First Price pasta
 1 purra
 2 pk. skinkustrimlar
 1 ds. First Price hakkaðar tomatir
 2 pk. matgerðarómi
 1 pk. First Price rivnin ostur
 1 grømetisbótamoli
 1 tsk. grovt pipar
Kóka pasta og koyr alt tilfarið, uttan róma og tær hakkaðu tomatirnar, í eitt fat. Hita róman, hakkaðu tomatirnar og grønmetisbótamolan í einari grýtu. Stoyt so útyvur tilfarið í fatinum, og stroy so tann rivna ostina omaná.
Inn í ovnin á 200 í 20-30 min.
Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.