Føstulávintsbollar

Uml. 18 føstulávintsbollar fyri 21 kr

Deiggj:
0,5 dl av vatni
2 dl av mjólk
50 g av geri
1 egg
2 spsk. First Price olja
100 g av First Price havragrýni
1 tsk. av salti
2 tsk. av First Price sukri
400 g av First Price hveitimjøli

Fylla:
1 pk av kakukremi
First Price súltutoy

Glasurur:
2,5 dl av florsukri
2 tsk. av kakao
5-6 tsk. av heitum vatni
2 spsk. av First Price kokosmjøli

Hita vatn og mjólk, til tað er lunkað og upploys gerið í lunkaða blandinum. Koyr alt tilfarið, uttan mjølið, í. Stoyt síðan mjølið í so við og við. Elt deiggið væl, dekka yvir deiggið og lat tað ganga í 30 min. Ger kremið eftir ávísing á pakkanum og lat standa í køliskápi í 15 min., ella til tað er vorðið nóg stívt. Tá deiggið er gingið, skal tað eltast aftur og býtast í tvey. Rulla hvørt pettið til ein fýrkant upp á uml. 30×30 cm. Sker hvørt pettið í uml. 9 smærri fýrkantar. Smyr súltutoy á og koyr uml. eina teskeið av kremi í hvønn fýrkant. Tak í hvørt hornið á fýrkantinum og lat teir væl aftur. Set teir við afturlatingini niðureftir á eina bakiplátu við bakipappíri. Bollarnir skulu síðan ganga í 30 min. Baka bollarnar í ovni í 200° C (180° við luft) í 12-15 min., ella til teir eru gyltir. Ger glasurin við at røra florsukur, kakao og vatn saman. Tá ið bollarnir eru kølnaðir, verður glasurur smurdur á og kokusmjøl stroyað omaná.

Fyrivarni verður tikið fyri broyttum prísum, roknifeilum og útseldum vørum.

Aftur til uppskriftir