Stuðul

Hjá P/F SMS halda vit, at tað er umráðandi at stuðla nærumhvørvinum, og tí stuðla vit ítróttarfeløgum, mentanar-, tónleika- og øðrum tiltøkum, har vit hava vinnuligt virksemi. Harafturat koma vælgerandi endamál, ið vit aloftast eisini vilja stuðla.

Øll eru vælkomin at søkja um stuðul frá okkum, men vit tilskila okkum rættin at velja frítt millum innkomnu stuðulsumsóknirnar, og sum meginregla stuðla vit ikki rakstri ella námsferðum og innsavningum hjá skúlaflokkum.

Send okkum eina skrivliga umsókn á studul@sms.fo, og greið okkum frá:

Umsóknir verða viðgjørdar fyrsta mikudag í hvørjum mánaða.

Vit viðgera umsóknir um stuðul fyri hesar handlar og matstovur: SMS*, Miklagarður, Bónus, Mylnan, Hornið, Sunset Boulevard, Burger King, Mungo og Angus Steakhouse.

*Handlarnir í SMS eru ikki umfataðir her